
- Vit hava bygt eitt sterkt grundarlag. Tað er eisini ein ótrúligur stemningur kring landsliðið nú...og tað er bara at byggja uppá. Vit hava fleiri leikarar, sum kunnu koma á størri adressur, og vit skulu bara sikta eftir stjørnunum.
Hetta staðfestir Viljormur Davidsen, sum var aftur á vøllinum í kvøld við liðskiparabandinum um armin.
Talan var um A-landsdyst nummar 90 hjá 34-ára gamla vinstra bakkinum. Hann var millum annað við á Grikkalandi á sinni, men hetta var helst tað størsta, sm maðurin úr Saltangará hevur roynt í fótbólti.
Hoyr dagsins liðformann seta orð á flotta og søguliga 2-1 sigurin á Kekkia ovast
----------------------------------------------
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, sunnudagin 11. oktober
Føroyar - Kekkia 2-1 (0-0)
67'Hanus Sørensen (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
78' Adam Karabec 1-1
81' Martin Agnarsson (Meinhard Egilsson Olsen) 2-1
Sí eisini: Føroyar framdu bragdið: Koppaðu Kekkia og settu met
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árna Frederiksberg (80' Árni Frederiksberg), Brandur Hendriksson Olsen (55' Jákup Biskopstø Andreasen), Geza Dávid Turi (85' Noah Mneney), Hanus Sørensen (80' Martin Agnarsson)- Jóan Símun Edmundsson (55' Meinhard Egilsson Olsen)
Venjari: Eyðun Klakstein
Støðan í bólkinum:
1. Kroatia 13 stig (5 dystir)
2. Kekkia 13 stig (7 dystir)
3 Føroyar 12 stig (7 dystir)
4. Montenegro 6 stig (6 dystir)
5. Gibraltar 0 stig (5 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald