Hondbóltur

Video: Óli Mittún hevur skorað fyrstu Champions League-málini

Varð toppskjútti hjá útiliðnum í tapinum hjá GOG í Barcelona.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-12 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1. umfari í langa bólkaspælinum í Champions League hjá monnum stóðu føroyingarnir í kappingini seg væl:

Hákun West av Teigum í Fraklandi og Óli Mittún í Barcelona.

Les eisini: Hákun skoraði seks mál í Fraklandi - Óli GOG-toppskjútti í Barcelona

Føroyski høgri vongurin hjá týsku meistarunum skoraði í gjár seks mál (uppá sjey skot) fyri Füchse Berlin. Harvið heldur Hákun West av Teigum fram við sama lag í fremstu evropeisku kappingini.

Sí eisini: Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnir í Champions League-finaluni

Hæddarpunktini frá 40-34 sigrinum hjá Füchse Berlin í Nantes síggjast her. Tíverri er einki mál hjá Hákuni West av Teigum við, men frá 0.10 sæst støðan, tá føroyingurin á flottan hátt vinnur ein bólt í verjustøðu og sendir Marsenic avstað.


Video: EHF/Youtube

Barcelona avgjørdi alt fyri steðgin móti GOG (25-14). Í seinna hálvleiki gekst betri hjá GOG, sum minkaði um munin móti katalansku risunum.

Tað endaði 37-32, og Óli Mittún fekk nakrar góðar løtur í sínum fyrsta Champions League-dysti. 

Nummat 78 var GOG-toppskjútti við fimm málum, uppá seks skot móti Emil Nielsen og Viktor Hallgrímsson. Óli Mittún er eisini skrásettur fyri tvey upplegg í Barcelona.

Ein persónliga góð byrjan hjá 20-ára gamla hoyvíkinginum í kappingini, har hann helst fer at gera vart við seg ofta í framtíðini.

Sí hæddapunktini frá Barcelona - GOG ovast ella her. Eitt gott mál hjá Óla Mittún sæst eftir 2.40 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder