Michael Apelgren hevur verið við at mynda Óla Mittún sum spælara. Sviin stóð á odda fyri IK Sävehof tvey tey fyrstu árini hjá hoyvíkinginum í svenskum hondbólti.
Í síðsta dystinum hjá Apelgren sum venjari hjá Sävehof gjørdist liðið meistari og Óli Mittún dagsins spælari. Í gjárkvøldið fekk svenski lansliðsvenjarin "Mittún-medisini" at merkja sjálvur.
Ógvuliga fegnir Sävehof-spælarar eftir meistaraheitið í 2024 - Óli Mittún og Micheal Apelgren (Mynd: IK Sävehof)
Gamaní brendi Óli Mittún heldur nógv skot í Szeged, men 20-ára gamli føroyingurin var eisini við at søkja liðið, sum hann varð settur í sambandi við áðrenn skifti til GOG.
Hetta millum annað við sjey málum - næstflest í dystinum - og uppleggum.
Í almenna samandráttinum sæst eitt gott føroyskt upplegg eftir 1.28 (fríspæling til toppskjúttan Frederik Bjerre á vinstra vongi)
Eisini síggjast tvey flott mál frá 2. hálvleiki, har nummar 78 í eyðkendum stíli brýtur ígjøgnum, tveitir seg inn og smekkar bóltin í netið (eftir 2.02 og 2.35 í brotunum)
Sí hæddarpunkt ovast ella á Youtube-síðuni hjá EHF
GOG var longu víðari í Champions League, men 37-34 útisigurin á ungarska stórfelagnum vísir styrki, og fær GOG í uppaftur betri støðu til play-off umfarið (áttandapartsfinalurnar)
Óli og teir spæla seinasta dystin í bólkaspælinum mikudagin 11. mars. Hetta á heimavølli móti botnliðnum Zagreb.
Talan var um góða føroyska viku í Champions League - mikudagin tryggjaði Füchse Berlin sær 1. plássið í sínum bólki við sigri í Aalborg. Hákun West av Teigum átti sín leiklut við fimm málum.
Sí hæddarpunkt her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald