Tað var 9-4 eftir stórar 10 minuttir, tá GOG tók leikbrá í nógva larminum í Boro Curlevski-høllini í Bitola.
Heimaliðið hevði sett seg á dystin, men síðani setti Kasper Christensen Óla Mittún á vøllin. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð.
Ellivu dagar eftir at 20-ára gamli føroyingurin fekk ein lítlan fipurskaða kring skotøkslina, stjórnaði hann GOG-spælinum klókt og væl - bæði í 7 móti 6 og í 6 móti 6. Óli Mittún var við at fáa ferð og glið á hjá GOG. Hann vann eisini nøkur brotskøst og syrgdi fyri, at Eurofarm fekk útvísingar.
Óli í gjøgnumbroti (Mynd: EPA/GEORGI LICOVSKI)
Nummar 78 brendi sín fyrsta skotmøguleika, tá hann fór ígjøgnum breitt til vinstru, men í 2. hálvleiki hevði hoyvíkingurin fýra skot og fýra mál. GOG kom inn í dystin aftur, fekk ljóðið hjá heimáskoðarunum nakað niður og vann við trimum málum.
Í videobrotinum omanfyri síggjast nøkur dømi, har Óli Mittún setur spælið væl upp og hevur næst og triðseinastu hond á bóltinum áðrenn mál - brotini síggjast eisini á Youtube.
Sí eisini: Fyrsti Champions-League-sigurin hjá Óla Mittún
GOG hevur nú tvey stig fyri trý av teimum 14 umførunum í Champions League-bólkaspælinum og liggur á 6. plássi. Liðini, sum enda millum 3 og 6, koma víðari til "áttandapartsfinalurnar/play-off umfari".
8. oktober skulu Óli Mittún og hinir í GOG aftur í Champions League-eldin, tá týska stórfelagið og Champions League-meistararnir úr Madgeburg eru á vitjan í Svendborg.
HC Eurofarm Pelister - GOG 28-31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald