Hondbóltur

Video: Ótrúligi Óli gjørdi sum honum lysti í París

20-ára gamli føroyingurin varð toppskjútti, tá GOG feldi franska stórfelagið og favorittarnar. Fýra av málunum hjá Óla Mittún síggjast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-24 07:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

GOG vakti í gjárkvøldið ans í hondbóltsheiminum við tí mest óvæntaða úrslitinum í  umfarinum - og helst tí mest óvæntaða higartil í Champions League 2025/2026.

PSG hevur ikki fingið tí bestu byrjanina upp á bólkaspælið, men talan er um eitt stórfelag við dreymum um Final 4 og landsliðsprofilum úr Fraklandi, Spania Egyptalandi og Niðurlondum.

GOG hevur tó ein stóran føroyskan landsliðsprofil, og í málum var tað bert Elohim Prandi, sum stóð Óla Mittún kurl í gjár. Báðir skoraðu níggju mál í 34-36 dystinum, men Óli brendi væl minni, legði upp til fleiri og spældi sum heild nærum lýtaleyst.

PSG fekk ikki staðið ímóti ferðini í snilda og effektiva spælinum hjá unga liðnum úr Danmark. At ein 20-ára gamal maður sum Óli Mittún kann stýra tí so sannførandi - í 6 móti 6 og 7 móti 6 - er ógvuliga flott.

Tað vóru nógv av málunum hjá nummar 78 eisini. Hoyvíkingurin bæði høgdi til við knøppum hoppiskotum og fó flúgvandi í gjøgnum.

Fýra av málunum hjá Óla Mittún, umframt annað gott GOG-spæl, síggjast í videobrotinum ovast ella á Youtube-síðuni hjá EHF

Sí eisini: Óli og GOG glógvaðu: - Hann er ein gullfuglur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder