Hondbóltur

Video: Rókur kann loysa allar uppgávur - hetta er eitt fantastiskt felag

- Hetta verður seinastu ferð, at eg rósi Róki alment. Rókur Ziskason og Helgi Hoydal stóðu stinnir eftir at Peter Krogh fekk reytt kort. - Tað er eingin loyna, at vit vildu løna Kyndil aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-21 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rókur Ziskason og Helgi Hildarson Hoydal: Ein ungur og ein royndur hoyvíkingur - báðir stinnir. Sterku menninir vóru partur av sterku H71-eindini, sum hølvaði Kyndil av í steypafinaluni  í kvøld.

- Tapið í FM-finaluni í fjør smakkaði okkum ill, so vilt høvdu nakað at hevna í kvøld.

Serliga Rókur loysti nógvar uppgávur, og loysti tær væl, og hetta fekk U21 HM-bronsuvinnarin rós fyri frá Helga.

- Hetta verður eisini seinastu ferð, at eg rósi Róki alment, segði Helgi Hoydal flennandi.

Sí eisini: H71 enduvann steypið við knúsandi sigri á Kyndli

Dystargongdin, Kyndil - H71 28-37:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-11
20 min: 8-13
25 min: 11-15
30 min: 14-20
35 min: 16-23
40 min: 20-27
45 min: 22-29
50 min: 24-32
55 min: 26-35
60 min: 28-37

Sí eisini: (Video): - Vit høvdu okkurt at prógva - og gjørdu tað eisini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder