
Gibraltar (Portalurin): - Tað er spell at missa Odmar, sum hevur verið ein av okkara trimum sterku "útsmidarum". Eistini tí hann hevur spælt so ótrúliga væl í ár. Men vit hava Samuel Chukwudi sum ein ótrúliga góðan avloysara. Eg kann avdúka nú, at hann fær møguleikan. Samuel hevur eisini ment seg nógv í Finnlandi í ár.
Soleiðis segði Eyðun Klakstein á kvøldsins tíðindafundi. Og undan venjingini fingu vit orðið á Samuel sjálvan:
- Eg haldi, at eg havi verið til reiðar, síðani eg varð úttikin. Leikbann og skaðar eru partur av fótbólti, og hjá mær hevur tað bara snúð seg um at vera til reiðar um neyðugt.
Samuel Johansen Chukwudi skifti til SJK Seinajoki í vetur. 22-ára gamli havnarmaðurin hevur verið fastur og týðandi maður í fremstu finsku deildini, har SJK er væl við. Hetta hevur eisini flutt føroyingin væl, heldur hann:
- Spælararnir eru kvikari har, og stigið er gott.
Hoyr alla samrøðu omanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald