Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel-álopið byrjaðu ikki væl móti sterku Magdeburg-verjuni, men í 2. hálvleiki skoraði Kiel heili 21 ferðir og vann við tveimum.
Sí meira: Elias og Kiel koppaðu Champions League-vinnarunum og oddaliðnum
Hetta var millum annað nummar 71 at takka: Elias skorði samanlagt fýra mál, legði upp til fýra afturat og vann eisini Kiel trý brotskøst.
Eitt mál hjá føroyinginum, umframt tvey upplegg, síggjast í videobrotinum ovast - tað er eisini á Youtube-rásini hjá Dyn Handball
Hetta var fyrsta tapið hjá Magdeburg í hesum kappingarárinum, og talan var um flott avrik hjá føroyska spælskiparanum og hinum móti Champions League-vinnarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald