
Ørvur hevur í ár gjørt hol í sjógvin hjá 8-mannaførunum. Manningin hjá Havnar Róðrarfelag hevur vunnið allar seks róðrarnar higartil, og fleiri av sigrunum hava verið sannførandi.
Harvið er tað bert á pappírinum, at Ørvur enn ikki er føroyameistari. Hetta kemur í lag á ólavsøku, uttan so at báturin fær reytt kort, og manningin úr Havn fær sjálvandi eftir 1. plássinum.
Sí eisini: Heili 125 bátsmanningar hava meldað til ólavsøkuróðurin
Fyriuttan at fyrireika seg til at stríðast um ólavsøkusigur, hava tey á Ørvi nú verið í upptøkuhølunum.
Í fjør var tað Á, Tann Deiliga Havn, sum róðrarfólki royndi seg við - nú er tað "Her er løtan" hjá 4.
Uttan at fara ov langt inn í metingar um tónleik, so eru dygdinar hjá manningini sum heild betri umborð ella í upptøkuhølunum, men til ber at meta um sjálvi niðanfyri ella her. Í øllum førum eitt frískligt innslag - við videolagi og ta heila.
Hesir rógva við Ørvi:
Andrias Bárðarson
Aksel Martinsson Olsen
Eyðun Petersen
Øssur Hjalt Mohr
Tórur Franksson Joensen
Petur Ovi Hjaltalin Dam
Sámal Pauli Bernhardssson Petersen
Ludvík Breckmann
Róðurskvinna: Vera Sóldis Barbarudóttir Nolsøe
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald