Hondbóltur

Video: Stór á Skipagøtu-framsýning í stórsigri

Tíggju av teimum heili 14 málunum hjá føroyska úrmælinginum móti Bergischer síggjast her. Kiel vann 43-35, og Elias Ellefsen á Skipagøtu var við í tí mesta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-11-09 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14 mál og minst fýra upplegg.

Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð fyri nógvum í fýrverkinum í Wunderino-høllini seinnapartin, har Kiel vann 43-35.

Heili 46 mál komu fyri steðgin. Tað var 24-22 til Kiel, og eftir steðgin helt álopið hjá "sebrunum" á at koyra sum smurt, meðan verjan og dygdargóðu málverjarnir, Andreas Wolff og Gonzalo Perzes de Vargas høvdu betri dagar.

Mikukvøldið stórspældi Elias Ellefsen á Skipagøtu eisini, tá hann kom inn og varð avgerandi í steypadysti: 7 mál uppá 20 minuttir: Elias Ellefsen á Skipagøtu sendi Kiel víðari

Umframt at hava seinastu og næstseinastu hond á nógvum, var Elias á Skipagøtu við at geva Bergischer høvuðbrýggj á nógvan ymiskan hátt.

Nummar 71 brendi gamaní eisini síni skot - átta - men hann kom eisini til ógvuliga nógv og skapti eina rúgvu av vandastøðum. Fleiri av málunum vóru flott. Harímillum vóru knøpp skot.

Dyn Handball hevur tikið nógv hæddarpunkt hjá Eliasi við, og síggjast tíggju av hansara málum omanfyri ella á Youtube-síðuni

Sí meira um dystin her

THW Kiel er í løtuni nummar trý í tøttu Bundesliguni. Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eru beint aftanfyri. Füchse vann eisini trygt í dag - meira um hendan dystin og sigurin hjá Vilhelm Poulsen og teimum um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder