Fótbóltur

Video: Vatnhamar ella Arge?

Bland kom í, tá gestirnir í Fótbóltsskýlinum skuldu nevnast fyri lurtarunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-05 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Og Tróndur Vatnhamar úr Kringvarpi Føroya...

- Oooh, hoyr nú. Tróndur Vatnhamar, hatta havi eg hoyrt fyrr. Eingin skomm, segði Tróndur Arge flennandi.

Sí skemtiligu byrjanina uppá Fótbóltsskýlið omanfyri.

Hoyr alla sendingina á fm1.fo her

--

Gestirnir í Fótbóltsskýlinum, sum seinnapartin í gjár var sent av beinleiðis av Tórsvølli, vóru Agnar Prestá og Tróndur Arge. Tað var í sambandi við, at Føroyar og Kroatia bresta saman klokkan 19:45 í kvøld.

FM1 sendir beinleiðis frá dystinum, men nógv tilfar verður eisini áðrenn dystin. Klokkan 16 verður Fótbóltsskýlið frá í gjár endursent og klokkan 18 verður sett niðan á Tórsvøll, har Petur Asbjørn Lervig og Pætur Nolsøe verða staddir. Prátað verður við fjepparar og eisini verða nakrir serfrøðingar sum seta orð á dystin.

Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder