H71 vann í kvøld 42-34 á Kyndli í triðju FM-finaluni og tók harvið føroyameistaraheiti aftur frá teimum i grønum.
Sí eisini: Boas Ellefsen á Skipagøtu: - Havi droymt um hetta síðani eg sjálvur stóð á áskoðaraplássunum her
Júst hetta merkti nakað serligt fyri H71, staðfesti Jákup Egholm fyri Portalinum. 18-ára gamli vongurin varð javnsettur toppskjútti í kvøld við niggju málum.
Sí samrøðu við glaðan greipuvinnara, sum í summar skiftir til TMS Ringsted og sum avgjørt hevur A-landsliðsdreymar, ovast.
Meira tilfar um finalurnar er á Portalinum/Roysni og á FM1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald