
Allir tríggir føroyingarnir í Bundesliguni vunnu, tá teir spældu í 5. umfari í Bundesliguni í dag. Serliga bakspælararnir høvdu stóran leiklut.
Füchse Berlin - Melsungen 30-24 (14-13)
Hákun West av Teigum: 2 mál (2 skot) - ein vunnan bólt í verjuni (steal)
Føroyski høgri vongurin heldur fram at gera sítt. Í dag fekk Hákun West av Teigum bóltin tvær ferðir út á vongin, og var føroyski landliðsprofilurin púra tryggur í báðum førum. Füchse Berlin fír frá eftir steðgin og kom aftur á sigurskós í Bundesligun i eftir tvey landskappingartap.
Sí eisini: Málini hjá Hákuni West av Teigum móti Aalborg
Hákun West av Teigum hevði ikki trupulleikar við at fáa bóltin framvið málverjanum hjá Melsungen, tá hann skuldi (Mynd: Sverri Egholm)
TSV Hannover-Burgdorf - Rhein-Neckar Löwen 28-24 (15-13)
Vilhelm Poulsen: 5 mál (8 skot) + eitt upplegg.
Renars Uscins var ikki við, og tískil fekk Vilhelm Poulsen nógv størri leiklut í álopinum enn vanligt.
At føroyingurin í stóran mun hevur spælt í verjuni í Bundesligun higartil sást í løtum, men høgri bakkurin úr Hoyvík vísti sanniliga eisini sínar skotdygdir: Vilhelm Poulsen hevði nøkur góð høgg og eitt flott gjøgnumbrotsmál í týðandi sigrinum móti strekum mótstøðuliði. Hann skoraði næstflest mál hjá "Recken" í sterkum avriki, har Vilhelm eisini gjørdi bart í verjuni
Sí málini hjá Vilhelmi ovast ella á Siggi Channel á Youtube
SC Leipzig - THW Kiel 34-41 (18-23)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8 mál (10 skot) + 8 assist
Elias Ellefsen á Skipagøtu helt fram har hann slepti, tá Kiel sum væntað vann greitt á Leipzig. Hóskvøldið var talan um 17 mál+upplegg (14 mál), og í kvøld varð talan um 16 mál + upplegg.
Hesaferð var tað helvt um heltv: Átta mál og átta upplegg. Enn eitt flott álopsavrik hjá nummar 71, sum skoraði næstflest mál hjá Kiel. Stórfelagið er eftir fimm umfør oddalið í deildini við fullum stigatali - sum tað einasta í Bundesliguni. Í hesum hevur Elias á Skipagøtu havt ein stóran leiklut.
Sí eisini: Elias Ellefsen á Skipagøtu er ikki til at steðga
Ein flúgvandi Elias Ellefsen á Skipagøtu í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald