Hondbóltur

Video: Vit høvdu okkurt at prógva - og gjørdu tað eisini

- Vit fara at síggja nógv til Jónas Fossabrúgv í framtíðini, og hetta er eitt fantastiskt lið, staðfestir Jákup Egholm. Evnaríki vongurin hjá H71 dylur ikki fyri, at dreymurin er at fara útum landoddarnar at spæla hondbólt skjótt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-21 22:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði átta mál kvøldsins steypafinalu. Tey flestu vóru við tryggum brotskøstum, men tvey tey seinastu, lat Jákup Egholm ein annan skjóta. Talan er um Jónas Fossabrúg. Høgri bakkurin fylti 16 ár í síðstu viku, og var hann fyri fyrstu ferð í kvøld á besta liðnum hjá H71: Jónas vann sjálvur annað brotskastið og skoraði annað. 

- Hann er ein fantastiska spennandi spælari, sum er hamrandi góður í duellunum og víðarispælinum. Ein leikari sum vit fara at síggja nógv til í framtíðini.

Tað er Jákup Egholm, sum er tvey og eitt hálvt ár eldri eisini. Hetta var hansara steypafinala nummar tvey í vaksnamannahondbólti í Føroyum - og eftir øllum at døma tann seinasta fyribils.

Sum skilst er Jákup á veg til danskan hondbólt - nakað sum Portalurin skrivaðu um fríggjamorgunin. Hóast hann ikki kann siga nakað ítøkiligt, dylur 18-ára gamli hoyvíkingurin ikki fyri, at har er ein møguleiki at royna nakað nýtt.

- Tað er dreymurin at sleppa uttanlands (...) Nú mugu vit líka sleppa at feira hetta, men so venda vit eyguni móti FM. Tað er næsta málið.

Sí eisini: H71 enduvann steypið við knúsandi sigri á Kyndli

Dystargongdin, Kyndil - H71 28-37:
5 min: 3-2
10 min: 4-7
15 min: 7-11
20 min: 8-13
25 min: 11-15
30 min: 14-20
35 min: 16-23
40 min: 20-27
45 min: 22-29
50 min: 24-32
55 min: 26-35
60 min: 28-37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder