2024-12-08 18:57
            
        
        
                
                        
Vestmanna bygdarráð samtykti á fundi 30. oktober at játta hálva millión at byrja tilgongdina at útvega VÍF betri karmar.
Fyrireikingararbeiðið til at umbyggja verandi køk í ítróttarhøllini til eitt vektarrúm og at byggja uppí eystara enda á høllini er komið væl áleiðis, sigur Vestmanna kommuna.
Á fíggjarætlanini fyri 2025 eru fýra milliónir krónur settar av, so byggiarbeiðið kann setast í verk.
Bygdarráðið fegnast um, at Vestmanna Ítróttarfelag – sum bleiv stovnað 17. mai 1939 – umsíðir fær somu karmar sum feløgini, tey kappast ímóti, og at VÍF fær hølir sum hóska til stóra virksemið hjá felagnum.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald