Hondbóltur

VÍF og Kyndil ein sigur frá FM-finalunum

Vestmenningar vunnu eftir longda leiktíð móti H71 - føroyameistararnir smurdu StÍF av á Skála.

Kyndil er eins og í fjør aftur á finalukós (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil er eins og í fjør aftur á finalukós (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-06 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru vestmenningar og kyndilsmenn, sum sigraðu, tá fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum vórðu spældar í kvøld, 2. páskadag.

Talan var tó um tveir ógvuliga ymiskar dystir.

VÍF - H71 41-38 eftir longda leiktíð (33-33 eftir 60 minuttir)
Toppskjúttar: Boas Ellefsen á Skipagøtu (H71) 14 mál, Djóni Bárðarson Nielsen (VÍF) 8 mál

Sí dómaraseðil við dystargongd her

VÍF endaði á 4. plássi í grundspælinum og H71 ovast, men vestmenningar hava vunnið tveir av innanhýsis dystunum hetta kappingarárið. Og hóast H71 var á odda við tveimum í steðginum, og tá 40 sekund vóru eftir, so ressaðust vestemnningar. Filip Jojic skoraði tvær ferðir innan eina lítla løtu, og í longdu leiktíðini var heimaliðið omaná - eisini hóast tvey reyð kort. H71 skal reisa seg á heimavølli leygardagin.

[object Object]
Savnsmynd - frá steypafinaluni í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

StÍF - Kyndil 29-41 (15-17) 
Toppskjúttar: William Skovsager, 11 mál, Tobias Thisen 9 mál og Ovi Lützen 8 mál (Kyndil)
Pætur Barclay (StÍF) 8 mál

Sí dómaraseïl við dystargongd her

Í fjør byrjaði StÍF endaspælið við at koppa KÍF í fjórðingsfinalunum og síðani at vinna fyrstu FM-hálvfinaluna móti Kyndli trygtHesaferð vóru teir í grønum á frá byrjan í hálvfinalunum.

Teir byrjaði nakað betri á Skála, og tíðliga í 2. hálvleiki fór Kyndil frá StÍF. Serliga hevði StÍF torført við at standa ímóti kropsligu styrkini og snilda spælinum hjá føroyameistaraunum. Serliga tá teir lupu á - onkutíð var tað við fýra bakspælarunum, og tá danirnir ikki komu inn ímóti var tað vælsspælarndi Ovi Lützen. Munurin gjørdist óvuliga stórur á Skála. Málmunurin telur ikki í FM-hálvfinalunum, og tað er gott fyri StÍF, sum gjørdi ov nógv mistøk í kvøld.

Í FM-hálvfinalunum verður spælt "best av trimum"/fyrst upp í tvey: Tey liðini, sum fyrst vinnur tveir dystir skal spæla í finalurøðini

Hesi fýra liðini spæla aftur leygardagin 11. apríl. Um VÍF og Kyndil aftur vinna tá, so eru tey í FM-finalunum. Um annar vinnari verður funnin í uppgerðini, so heldur hendan fram: Møgulig triðja, og í so fall avgerandi hálvfinala, næsta mikudag (15. apríl)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder