Hondbóltur

VÍF og Neistin hava vunnið seg í hálvfinalurnar

Sum væntað syftu tey ávikavist EB og Stjørnuna. Risa munur var í Vestmanna, meðan Stjørnan eina løtu var við at gera tað spennandi í Havn - í hálvfinalunum verður grannauppgerð í Havn, meðan H71 og VÍF bresta saman.

Neistin og VÍF spældu spennandi steypahálvfinalur - í FM-hálvfinalunum hitta tey ávikavist Kyndil og H71 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Neistin og VÍF spældu spennandi steypahálvfinalur - í FM-hálvfinalunum hitta tey ávikavist Kyndil og H71 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-01 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Endaspælið hjá kvinnum er farið í gongd, og eftir fjórðingsfinalurnar eru øll fýra hálvfinaluliðini funnin.

Tað var risastórur munur, tá VÍF og EB spældu fyrsta endaspælsdystin í gjár, týsdagin. Vestmannakvinnur vunnu við 21 málum - EB skoraði bert 15 ferðir í Vestmanna.

VÍF - EB: Sí dómaraseðil her

Nestin og Stjørnan spældu á Hálsi í kvøld. Har var nakað tættari, men Neistin var á odda 5-0, á odda 15-8 í steðginum og á veg til greiðan sigur.Tað var 20-12, áðrenn útiliðið skoraði seks mál á rað. 20-18 tá átta minuttir vóru eftir, men so fór Neistin frá aftur.

Neistin - Stjørnan: Sí dómaraseðilin her

[object Object]
Úrslitini í fjórðingsfinalunum (Skíggjamynd: HSF)

Neistin skal seinni í apríl spæla um finalupláss móti grannunum úr Kyndli, meðan VÍF og H71 bresta saman í hálvfinalurøð, sum kann væntast at gerast spennandi.

Í hálvfinalunum verður spælt "best av trimum" ella "fyrst upp í tvey" - tað vil siga, at liðið sum vinnur tveir dystir, vinnur sær finalupláss.

Hálvfinalurnar í SMS-deildini verða spældar eftir landsliðssteðgin. Fyrstu hálvfinalurnar verða spældar hósdagin 16. apríl. Sí skránna her

Í morgin, skírisdag 2. apríl, eru fjórðingsfinalurnar hjá monnum á skránni. FM1 sigur frá dystinum í Vestmanna millum VÍF og Neistan (klokkan 16.00)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder