Eins og í steypafinaluni hjá kvinnum, verða tað VÍF og Kyndil, sum skulu spæla um gullið. Hetta er eindaliga greitt eftir gysaran í Hoyvík í kvøld.
Kyndil vann seg aftur í FM-finalurnar við meistarligum spæli móti Neistanum sunnudagin
Har hittust H71 og VÍF í triðju og avgerandi hálvfinaluni. Ikki óvæntað gjørdist tað tætt, og einki var avgjørt fyrrenn í seinastu sekundunum.
Tað leikaði javnt á allan 1. hálvleik. Seinastu minuttirnar fyri steðgin stongdi verjan hjá VÍF, og H71 skoraði trý tey seinastu málini fyri hálvleikinum, so at støðan var 13-15 í Hoyvík.
Karina Debes Heinesen, miðverjin hjá H71 fekk tvær útvísingar tíðliga í 2. hálvleiki, men heimaliðið hekk í - millum annað takkað verið nøkrum góðum bjargingum hjá Mariu Beder í málinum og tryggum brotskøstum hjá Lukku Argu, sum eisini spældi ein frálíkan dyst í miðverjuni.
Sambandið fór ongantíð, og frá 48.44 til 56.16 skoraði VÍF ikki. H71-verjan vísti styrki, VÍF fekk útvísingar, og tað fór frá 19-22 til 22-22.
Men so tók Liljan Müller ábyrgd. Royndi bakkurin hevið skorað tvey tey undanfarnu málini hjá VÍF, og Liljan fekk tvey flott aftruat, áðrenn toppskjúttin Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen aftur kom á máltalvuna.
Liljan Müller (nummar 2) gekk á odda í álopinum seinastu løtuna (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var eisini Liljan Müller, sum vann brotskast í seinast álopinum hjá VÍF. Hetta umsetti Fríða Nolsøe Olsen til mál, og so var 25-26.
H71 hevði 15 sekund at svara aftur. Hoyvíkskvinnur spældu 7 móti 6, og Inga Maria Joensen slapp ígjøgnum. Høgri bakkurin hevði skorað týðandi mál í 2. hálvleik, men nú skeyt hon beint uppum.
Harvið fagnaður á teimum gulu í hoyvíkshøllini: Fyri fyrstu ferð síðani 2019 skulu vestmannakvinnur spæla FM-finalur - síðst tær vunnu FM var í 2018.
VÍF skal royna at koppa Kyndil, sum er steypavinnari. Fyrsta FM-finalan verður sunnudagin, 26. apríl, klokkan 16 á Hálsi.
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald