Hondbóltur

VÍF vann seg í steypafinaluna við javnleiki

Fríða Nolsøe Olsen skoraði til 25-25 við sínum 13. máli, og síðani bjargaði Ida Mai Nielsen. Eitt mál á muni samanlagt eftir gysarar, og harvið skulu vestmannakvinnur leygarkvøldið royna at vinna gullið frá Kyndli.

Frøi í Vestmanna: Neistin var á odda størsta partin av uppgerðini, men tað verður ikki endurtøka av havnarfinaluni frá í fjør: Ístaðin skulu vestmannakvinnur spæla sína fyrstu steypafinalu síðani 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frøi í Vestmanna: Neistin var á odda størsta partin av uppgerðini, men tað verður ikki endurtøka av havnarfinaluni frá í fjør: Ístaðin skulu vestmannakvinnur spæla sína fyrstu steypafinalu síðani 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-15 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av teimum fýra steypafinaluppgerðunum hjá teimum vaksnu gjørdist spennandi, og tað var hon til tað seinasta.

Gysarin í Vestmanna endaði hóskandi við, at Fríða Nolsøe Olsen legði VÍF á odda við einum samanlagt, og at Ida Mai Nielsen síðani bjargaði. Danski málverjin stóð væl og syrgdi í seinastu sekundunum fyri, at dysturin ikki fór í longda leiktíð.

[object Object]
Ida Mai Nielsen fegnast eftir enn eina bjarging (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hoyr eisini: Ida Mai Nielsen: - Hatta var ein stríðssigur

Fríða Nolsøe Olsen var fullkomiliga flúgvandi eftir steðgin. Kviki bakspælarin skoraði níggju av teimum seinastu 10 málunum hjá VÍF, og 13 av teimum 25 málunum í 25-25 javnleikinum. Tað seinasta var eitt ísakalt brotskast.

[object Object]
Fríða Nolsøe Olsen fegnast um eitt av sínum 13 málum 

[object Object]Ein inntensur dystur í Vestmanna (Myndir: Jens Kr. Vang) 

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Neistin var annars á odda við trimum málum (13-16) í steðginum og harvið tveimum málum samanlagt. Neistakvinnur vóru sum heild á odda størsta partin av uppgerðini, men eins og á Hálsi mikukvøldið, haltaði tað at skora í 2. hálvleiki í kvøld.

Dysturin var ógvuliga tættur og inntensur. Tað endaði ikki við endurtøku av havnarfinaluni frá í fjør - heldur skulu vestmannakvinnur fyri fyrstu ferð síðani 2020 spæla steypafinalu.

Tað verður móti Kyndli leygarkvøldið klokkan 17 við Tjarnir. Meira um hesa finaluna í vikuni - og leygarkvøldið verða FM1 og Portalinum á staðnum við Tjarnir.

Sagt veður eisini frá í Hoyvík klokkan 19, tá H71 skal staðfesta finaluplássið. Tað endaði 41-26 í fyrru hálvfinaluni móti KÍF.

[object Object]
Samanlagt: 49-48 til VÍF

Toppskjúttar: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (13 mál) og Hervør Niclasen, Neistin (7 mál)

Sí dómaraseðil her

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]

Sí allar myndirnar úr Vestmanna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder