Hondbóltur

VÍF vendi øllum og er á finalukós saman við Kyndli

Tær í grønum vunnu greitt í grannauppgerðini, meðan longd leiktíð var neyðug í Vestmanna, har H71 annars var á odda so at siga allan vegin.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdi av álvara bart, tá á stóð í Vestmanna. Í løtuni eru bæði VÍF og Kyndil á finalukós aftur - her í steypafinaluni í februar (Mynd: Sverri Egholm)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdi av álvara bart, tá á stóð í Vestmanna. Í løtuni eru bæði VÍF og Kyndil á finalukós aftur - her í steypafinaluni í februar (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-16 22:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kyndil vísti styrki - serliga í verjuni - við at vinna við sjey málum á Neistanum. Harvið eru steypavinnararnir sum væntað nú bert eitt fet frá enn einari FM-finalu.

[object Object]

Sí dómaraseðil her

Hana kann Kyndil taka sunnudagin klokkan 16. Og sunnukvøldið kann VÍF vinna seg í finaluna, um tað eydnast at koppa H71 í Hoyvík eisini.

Hoyvíksvkvinnur vóru annars frammanfyri so at siga allan dystin í Vestmanna. Tá beint yvir níggju minuttir vóru eftir, var munurin fýra mál. Men VÍF vísti vilja og styrki, og Fríða Nolsøe Olsen skoraði tvey tey seinastu málini í vanligu leiktíðini

Í longdu leiktíðini (2x5 minuttir) settu vestmannakvinnur, og serliga Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen seg á dystin. VÍF skoraði seks tey seinastu málini - øll sum komu í seinna hálvleiki í longdu leiktíðini.

Tungt hjá H71 - ógvuliga flott hjá VÍF - og lagt er upp til spenning aftur sunnukvøldið (Klokkan 19 í Hoyvík).


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder