Fótbóltur

Víkingur avstað við øllum í Sarpugerði

Heilt til góðar tíggju minuttir fyri leiklok stevndu fuglfirðingar ímóti einum sigri, men við einum manni færri á vøllinum bleiv tað tungt at verja sigurin heim. Víkingur vann 3-2.

Bogi Reinert Petersen gjørdi sítt til at tað bleiv spennandi síðstu løtuna við málinum til 3-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Reinert Petersen gjørdi sítt til at tað bleiv spennandi síðstu løtuna við málinum til 3-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-17 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað vóru vónríkir fuglfirðingar, sum vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu seinnapartin. Vunnu teir, kom ÍF upp á 19 stig ájavnt við B68.

Og leingi bendi tað á, at tað fór at eydnast ÍF at fáa trý stig við heim aftur, tí við máli frá Hans Jákup Lervig beint fyri hálvleik vóru fuglfirðingar styrktir í trúnni um, at tað fór at bera til

Men tá en góður tími varð leiktur, fekk Karl Løkin beinleiðis reytt kort í einari roynd at brúka neyðbremsuna, og so bleiv tungt hjá gestunum.

Orkufullir menn vóru skiftir inn í álopið hjá Víkingi, sum fyrst við brotssparki, sum Atli Gregersen setti í netið, og síðani við máli frá Arnbjørn Svenssyni tveir minuttir seinni, legði seg á odda.

Fimm minuttir seinni bendi tað á, at Jákup Johansen staðfesti sigurin hjá Víkingum, tá hann við skoti uttanfyri brotsteigarmarkið smekkaði bóltin í netið til 3-1.

Fuglfirðingar góvu ikki upp, og Bogi Reinert-Petersen fekk spenning í dystin aftur seinastu løtuna, tá hann minkaði um munin, bara tríggjar minuttir fyri leiklok. Fleiri mál komu kortini ikki í dystinum, og Víkingur vann 3-2.

Tvey umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og ÍF hevur tveir truplar dystir eftir. Fyrst NSÍ á heimavølli næsta sunnudag og síðani HB síðsta leikumfar 30. oktober.

Ein annar dystur varð leiktur í bestu mansdeildini í fótbólti í dag. 07 Vestur var á vitjan hjá NSÍ. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í 76. og 84. minutti syrgdu Jørgen Nielsen og Mikkel Elbæk Jakobsen fyri einum 2-0 sigri til heimaliðið, sum framvegis stríðist um eitt evropapláss.

Víkingur - ÍF 3-2 (0-1)
42’ Hans Jákup Lervig 0-1
79’ Atli Gregersen 1-1 (br.)
80’ Arnbjørn Svensson 2-1
85’ Jákup Johansen 3-1
87’ Bogi Reinert Petersen 3-2

NSÍ - 07 Vestur 2-0 (0-0)
76’ Jørgen Nielsen 1-0
84’ Mikkel Elbæk Jakobsen 2-0

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 68 stig (24 dystir)
2. Víkingur 59 stig (25 dystir)
3. HB 52 stig (24 dystir)
4. B36 42 stig (25 dystir)
5. NSÍ 41 stig (25 dystir)
6. 07 Vestur 25 stig (25 dystir)
7. EB/Streymur 22 stig (24 dystir)
8. B68 19 stig (25 dystir)
9. ÍF 16 stig (25 dystir)
10. TB 3 stig (24 dystir)


placeholder
placeholder