Fótbóltur

Víkingur vann dystin um annað plássið - eingin slingur í valsinum hjá KÍ

Víkingur flongdi HB í Norðragøtu og 07 Vestur vann óvæntað 3-2 ímóti NSÍ. Fult umfar varð leikt í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í dag.

Glaðir víkingar í Sarpugerði seinnapartin (Skiggjamynd: Televarpið)

Glaðir víkingar í Sarpugerði seinnapartin (Skiggjamynd: Televarpið)

2022-04-24 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjeynda umfar í Betri deildini varð seinnapartin avgreitt. 

Um vit kunnu tosa um kreppu í HB, er helst ov tíðliga at siga enn, men tað mugu aðrir bollar í suppuna, um sigursvanda liðið skal kappast um FM-heitið í ár.

Hinvegin er greitt, at Víkingur er flúgvandi, og ætlar sær at geva KÍ kapping um gullið. Víkingur snøgt sagt setti HB upp á pláss við 4-2 sigri ímóti HB í dag. Tað gjørdi Víkingur við málum frá Olafi Bárðarsyni og Sølva Vatnhamar, sum skoraðu tvey mál í part.

- Eg standi eftir við einari kenslu, sum eg ikki havi staðið við í langa tí. Vit blíva milt sagt smurdir av, segði Teitur Gestsson við Televarpið eftir dystin.

- Nú fara vit til vening í morgin, og royna at kempa okkum inn í stríðið aftur. Tað er einki annað at gera. Man kann velja at geva upp, men tað er ov tíðliga, segði HB-málverjin.

Víkingur hevur nú 15 stig, og er komið upp á annað plássið. Havast skal í huga, at Víkingur hevur spælt ein dyst færri enn KÍ og HB.

Hjá KÍ var heldur eingin slingur í valsinum í dag. Klaksvíkingar vóru á vitjan hjá B68 á Svangaskarði, og vann trygt 5-0. KÍ hevur fulla úrtøku og liggur á fyrsta plássið við 21 stigum.

Tvey óvæntað úrslit komu í hinum dystunum, sum vórðu leiktir. 07 Vestur vann 3-2 ímóti NSÍ í einum dysti, har vágamenn fyrst vóru á odda við 3-0. Flott úrslit hjá 07 Vestur, men í NSÍ gongur illa í hond. Eftir sjey umfør hava runavíkingar bara skavað seks stig saman.

Skálamenn stríddu seg til sín triðja javnleik í ár. Tað var ímóti einum B36-liði, sum annars hevur verið í góðum stima seinastu umførini.

EB/Streymur reisti seg eftir lemjandi 5-0 ósigur ímóti B36 seinasta vikuskifti, og vann í dag 1-0 ímóti AB.

Úrslit og málskjúttar 7. umfar

Víkingur - HB 4-2 (1-0)
10’ Olaf Bárðarson 1-0
52’ Olaf Bárðarson 2-0
57’ Jákup L. Thomsen 2-1
72’ Sølvi Vatnhamar 3-1
75’ Sølvi Vatnhamar 4-1
90’ Øssur M. Dalbúð 4-2

Skála - B36 1-1 (0-0)
54’ Brian Jakobsen 0-1
82’ Dávid Johansen 1-1

07 Vestur - NSÍ 3-2 (1-0)
45’ Mads Borchers 1-0
52’ Mads Borchers 2-0
54’ Mads Borchers 3-0
70’ Hans Marius Davidsen 3-1
87’ Klæmint Andrasson Olsen 3-2

B68 - KÍ 5-0 (0-3)
22’ Jóannes Bjartalíð 0-1 (br.)
29’ Árni Frederiksberg 0-2
33’ Páll Andrasson Kletsskarð 0-3
60’ Páll Andrasson Klettskarð 0-4
75’ Jóannes Bjartalíð 0-5

EB/Streymur - AB 1-0 (0-0)
82’ Gutti Dahl-Olsen 1-0 

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ (21 stig)
2. Víkingur (15 stig)
3. HB (14 stig)
4. B36 (10 stig)
5. EB/Streymur (10 stig)
6. 07 Vestur (8 stig)
7. NSÍ (6 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)
10. Skála (3 stig)

Næsta umfar (8. umfar)

Leygardagin 30. apríl
AB-B36
KÍ-Víkingur
EB/Streymur-B68

Sunnudagin 1. mai
NSÍ-Skála
HB-07 Vestur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder