Hondbóltur

Vilhelm gav Lemvig-Thybøren eina lívlínju

Høgru bakkurin úr Hoyvík skoraði seinasta málið í botngysaranum móti Kolding í gjár. Í seinasta umfari leygardagin er neyðugt, at Lemvig-Thybøren vinnur í Aalborg.

Vilhelm Poulsen gjørdi bart, tá hann skuldi í gjár. Leygardagin spælir hann møguliga sín seinasta dyst fyri Lemvig-Thyborøn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen gjørdi bart, tá hann skuldi í gjár. Leygardagin spælir hann møguliga sín seinasta dyst fyri Lemvig-Thyborøn (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-21 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilhelm Poulsen hevur í sínum øðrum ári í bestu donsku deildini havt eitt persónligt væl betri kappingarár enn í 2022/2023. Tá var høgri bakkurin nógv plágaður av skaðum, og hann skuldi venja seg við eitt hægri stig enn tað íslendska. Vilhelm hevur verið stinnur sum 2'ari í verjuni, og í fleiri dystum hevur føroyski landsliðsspælarin skotið nógv mál.

Hjá Lemvig-Thyborøn hevur talan tó verið um eitt tungt kappingarár. Liðið liggur framvegis á aftasta plássi, ið gevur beinleiðis niðurflyting, nú eitt umfar restar í av grundspælinum.

Liðið fekk tó eina lívlinju í gjár. Kolding, ið er triðaftast, vitjaði og var á odda við tveimum málum í steðginum. Heimaliðið var tó omaná eftir steðgin. Lemvig-Thyborøn hevði leiðsluna fyri tað mesta; uttan at sleppa av Kolding. 

Tað var ein sannur botngysari, sum 24-ára gamli føroyski bakkurin avgjørdi við máli til 25-24, tá tveir og ein hálvur minuttir vóru eftir. Hetta var annað málið hjá Vilhelmi Poulsen í dystinum. Síðani vóru verja og málverjin, Emil Tellerup, stinn, og Lemvig-Thyborøn vann sær tvey stig.

[object Object]
Vilhelm Poulsen kundi fegnast í gjár um avgerandi mál og tvey stig. Hetta var møguliga seinasti heimadystur í Norðurjútlandi hjá hoyvíkinginum. Áhugi er fyri honum aðrastaðni í Danmark, umframtí øðrum londum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Harvið er liðið nú tvey stig aftanfyri júst Kolding og eitt aftanfyri Nordsjælland, sum tapti tepturt fyrrakvøldið. 

Møguleikin at vinna seg av aftasta plássi er har áðrenn seinasta umfar. Stóri trupulleikin er tó, at Lemvig-Thyborøn hevur tørv á hjálp enn og skal spæla í Aalborg leygardagin, har suverena oddaliðið tekur ímóti. Mikkel Hansen er millum annað úti, men kortini verður tað ein ógvuliga torførur dystur hjá botnliðnum í Aalborg.

Nógv bendir á, at hetta verður seinasti dystur hjá Vilhelmi fyri Lemvig-Thyborøn. Sum skilst er áhugi fyri føroyska landsliðsspælaranum ymsastaðni frá.

Herre-Håndbold Ligaen
Í gjár, mikudagin 20.03: 
Lemvig-Thyborøn - KIF Kolding 25-24 (12-14)
Vilhelm Poulsen: Tvey mál, millum annað tað avgerandi, og tvey upplegg

Støðan undan seinasta umfari í grundspælinum:
12. KIF Kolding 15 stig
13. Nordsjælland 14 stig
14. Lemvig-Thyborøn 13 stig

Seinasta umfar - leygardagin 23.03 kl. 15:
Aalborg Håndbold -  Lemvig-Thyborøn
Fredericia - Nordsjælland

(Fredericia er á 2. pláss og skal fáa stig - helst vinna - móti Nordsjælland, um liðið hjá Vilhelmi skal hava nakran møguleika)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder