Fótbóltur

Viljormur fer aftaná Brandi

Brandur Hendriksson fær nýggjan liðfelaga í Helsingborg.

Viljormur Davidsen (Mynd: Helsinborgs IF)

Viljormur Davidsen (Mynd: Helsinborgs IF)

2022-01-17 22:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen, sum síðani 2013 hevur leikt við Vejle Boldklub, fer nú úr donskum fótbólti og verður liðfelagi hjá Brandi Hendrikssyni í Svøríki.

Hann verður frameftir at síggja í reyðum búna, men tað verður við Helsingborgs IF.

30 ára gamli Viljormur Davidsen er høgt í metum í Vejle, og tók farna kappingarár metið fyri at sum útlendingur at hava spælt flestar dystir fyri felagið.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað hevur verið ein heiður at spæla her, og eg havi verið stoltur hvørja ferð, eg havi umboðað liðið. Bæði góðar og ringar løtur hava verið, men seinastu árini hevur felagið funnið fótafestið, og tað fegnist eg um, sigur Viljormur Davidsen við heimasíðuna hjá Vejle Boldklub.

Felagið fer altíð at hava nógv at týða fyri familju mína og meg. Felagið og býurin er blivið okkara heim. Tað er her, okkara børn eru fødd, og tað er her, at. vit eru blivin “vejlensarar”, sigur hann víðari.

Á heimasíðuni hjá Vejle Boldklub fær Viljormur Davidsen eisini nógv rósandi orð.

Talan er um ein tvey ára sáttmála við Helsingborgs IF, sum við Brandi Hendrikssyni í fjør vann seg upp aftur í bestu svensku deildina.

[object Object]Brandur Hendriksson verður fagnaður av ovfarakátum Helsingborg-fjepparum, eftir at uppflytingin er komin í hús (Mynd: Helsingborg IF)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder