Fótbóltur

Vóna somu dystarmynd sum í Viborg

- Men vit vita eisini, at heimaliðið fer at geva okkum mótstøðu her á teirra graslíkisvølli, og við teirra áskoðarum aftanfyri seg, sigur Viborg-liðskiparin undan Conference League dystinum í kvøld.

(Mynd: Vff.dk)

(Mynd: Vff.dk)

2022-08-09 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stór uppgáva fyri framman hjá B36. Klokkan 19 verður seinni dysturin móti danska Viborg FF í triðja umfari í Conference League bríkslaður í gongd.

Viborg FF vann 3-0 í fyrra dystinum, og tí sær ógvuliga trupult út hjá teimum hvítu. Jesper Grønning, liðskipari hjá Viborg FF gleðir seg til dystin, og sigur, at teir ætla at seta á dystin frá byrjan.

- Okkara tiltgongd til dystin er óbroytt, og vit fara at seta okkum á dystin. Vit vóna at dystarmyndin verður hin sama sum í heimadystinum, men vit vita eisini, at heimaliðið fer at geva okkum mótstøðu her á teirra graslíkisvølli og við teirra áskoðarum aftanfyri seg, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.

- Vit mugu síggja hvat teir gera, og um teir ætla at spæla meira váði enn teir gjørdu í Viborg, men vit trúgva uppá, at vit kunnu stýra dystinum, sigur Jesper Grønning.

- Vit spæla á einum flottum leikvølli í vøkrum umhvørvi her í Føroyum, og tað er í sær sjálvum ein motivatión, sigur Viborg FF-liðskiparin millum annað við heimasíðuna hjá felagnum.

Dysturin byrjar klokkan 19 í kvøld og kann stroymast hjá Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder