Fótbóltur

Yvir 2.000 atgongumerki seld

Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna millum B36 og HB gongur væl.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-13 17:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin í komandi viku verður árliga steypafinaluvikuskiftið hjá Fótbóltssambandi Føroya á skránni. Tvær finalur verða fríggjadagin 24. august, meðan fimm finalur verða spældar leygardagin 25. august.

Farnu dagarnar hevur verið møguleiki at keypt atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið, sum verður leygardagin 25. august klokkan 19:45. Í ár eru tað B36 og HB, ið bresta saman, og í skrivandi løtu eru tað fjeppararnir hjá HB, ið hava keypt fleiri atgongumerki til ársins finalu.

Tilsamans góð 2.000 atgongumerki eru seld higartil, og meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri umleið 3.500 áskoðarum kring vøllin, minnir FSF á á heimasíðu síni. Atgongumerki kunnu keypast í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Skráin fyri steypafinaluvikuskiftið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder