Fótbóltur

- Eri tann mest sjeikaligi í heiminum

Atli Gregersen undirhelt á tíðindafundinum, har hann og Lars Olsen fingu fleiri løgnar spurningar frá aserbadjansku miðlunum.

2018-11-16 13:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið venur i løtuni á stóra olympiska leikvøllinum í Baku, har dysturin verður í annaðkvøld. Snotiligi vøllurin er frá 2015, og hann tekur beint undir 70,000 áskoðarar. Væntað verður at áleið 25,000 verða til dystin; harav fimm føroyskir áskoðarar. 

Tíðindafundur var áðrenn venjingina, har Atli Gregersen var við Lars Olsen. Landsliðsvenjarin fekk orðið fyrst, og hann segði, at liðið er væl fyrireikað til dystin eftir tríggar dagar og tríggar venjingar í landinum. Lars undirstrikaði, at hansara lið gjørdi ræðuligar feilir í 3-0 tapinum á heimavølli, men hóast hann metir, at Aserbadjan er sterkari heima enn úti, so trýr hann uppá hansara lið og ein sigur.

[object Object]Lars Olsen, høvuðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen segði eisini, at liðið ikki var sett og uppá spurningin um hvat hann metti var besta lið í bólkinum, svaraði hann: - Vildi ynkst Føroyar, men Kosovo.

Atli Gregersen var avgjørdur viðvíkjansi sama spurningi: Føroyar, svaraði hann, Atli nevndi eisini, at at mistøkini var munurin í fyrra dystinum, men hesaferð skuldi tað vera umvent: Føroyar skulu revsa Aserbadjan.

[object Object]Agnar Frederiksen, portal.fo og Leivur Frederiksen, KVF (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyski liðformaðurin rósti vakra landinum, og segði at hevnd var ikki á dagsskránni, men at teir fara eftir sigurinum og trúgva uppa.

Atli og Lars fingu nakrar løgnar spurninar, millum annað um hvussu Atli sá út; millun annað sá hann sambært einum miðlamanni útkoyrdur út. Til tað svaraði Atli: - Tað passar ikki, eg haldi faktist eg eri millum teir mest sjeikligu (handsome) í heiminum. Ein annar av teimum áleið 25 aserbadjansku tíðindamonnum helt, at Atli sá kensluborin og yvirtendraður út, og spurdi Lars, um vandi var fyri reyðum kortum.

[object Object]Andrass Thomsen, FSF (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jákup Ósá, Norðlýsið (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder