Fótbóltur

- Hetta var heilt framúr

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við 1-1 javnleikin ímóti Turkalandi í EM-undankappingini.

- Vit vistu, at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

- Vit vistu, at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2024-04-04 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vistu, at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina.

Tað sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Hann er tekniskur stjóri og venjari hjá U19-landsliðnum við gentum. Liðið megnaði í gjár, mikudagin 3. apríl, at spæla javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í EM-undankappingini.

Kappingin er í Turkalandi, og tað var móti vertunum, at Føroyar fingu stigið

- Turkaland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, men beint fyri steðgin javnaði Anna Carolina Brændstrup fyri Føroyar. Fleiri mál komu ikki, og aftaná dystin kundu okkara gentur, venjararnir og hini í toyminum fegnast um eitt stig ímóti einum góðum turkiskum liði, skrivar fsf.fo.

Málið og allir dysturin sæst á leinkjuni HER- flotta málið er frá 48.50:

– Sum heild eydnaðist tað mesta, ið vit høvdu avtalað framman undan, samstundis sum avrikið var heilt framúr gott. Nú ræður um at taka hetta við okkum til næsta dyst, tí tað er aftur ein stór uppgáva, sigur Pætur Smith Clementsen.

[object Object]
Pætur Smith Clementsen, venjari (Mynd: fsf.fo)

[object Object]Start 11 (Mynd: fsf)

Annar dysturin í EM-undankappingina verður leygardagin 6. apríl klokkan 14:00, tá føroyska liðið skal møta Armenia.

Les eisini: Fingu flottan javnleik móti vertunum í fyrra dystinum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder