Fótbóltur

Klæmint fær allarhelst møguleikan í álopinum

Eftir aðru venjingina í Aserbadjan er alsamt meira greitt, at føroyska A-landsliðið fer at spæla við 5-4-1/3-4-3 leikskipan leygardagin.

Landsliðshópurin til venjing í morgin í útjaðranum av Baku
(Mynd Sverri Egholm)

Landsliðshópurin til venjing í morgin í útjaðranum av Baku (Mynd Sverri Egholm)

2018-11-14 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin lokala tíð hevði føroyska landsliðið sína aðru venjing í Baku.

Les eisini: Myndir: Fyrsta venjing í kuldanum í Aserbadjan

Tað var kalt í veðrinum á venjingarvøllinum hjá Neftci Baku, ið er størsta felagið i høvuðsstaðnum og oddalið íaserbadjansku deildini. Sonni Ragnar Nattestad og Brandur Hendriksson Olsen, ið báðir steðgaðu áðrenn venjingin var liðug í morgun, vandu fult við seinnapartin. 

Eftir eina upphiting var spæl uppá tvey mál við deyðbóltavenjingum flættaðum uppí. Liðið, sum fokus var á, varð mannað við teimum ellivu, ið vit fyrr í dag nevndu sum mest sannlíka byrjanaruppstillingin útfrá venjingini í morgin: 

Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint A. Olsen

Talan er um somu leikskipan sum seinast: 5-4-1 í verjustøðu og 3-4-3 í álopsstøðu. Nú Jóan Símun Edmundsson og Finnur Justinussen eru skaddur, er plássið sum fremsti maður tøkt til Klæmint Andrasson Olsen, ið gjørdi eitt gott innhopp móti Kosovo seinast. 28-ára gamli áleyparin er mest skorandi spælarin í fremstu føroyski deildini nakrantíð við 162  málum

Sí eisini: Odmar: Veðrið passar mær øðiliga væl

Føroyska liðið venur aftur í morgin klokkan 10.30 lokala tíð; tað er 06.30 føroysk tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder