Talan var um ein góðan venjingardyst, sum ikki kendist sum ein venjingardystur, men man iðrar seg um endan og at tað endaði við tapi.
Hetta staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum var millum eyðsýndu spælararnir í 1. hálvleiki: Fimm mál, tvey upplegg og ágangandi spæl - við snildum. Alt hetta uppá smáar 18 minuttir.
22-ára gamli spælskiparin tók av, nú hann fekk møguleikan - millum annað tá stóribeiggin sat uttanfyri - og tað er júst tað, sum Rói og hinir skulu gera, sigur hann við Portalin.
- Vit mugu bara vinna næstu ferð.
![]()
Rói Ellefsen á Skipagøtu og Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Flott føroyskt spæl meginpartin av dystinum - men mistu takið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald