Vit hittu annan av venjarunum hjá íslendska landsliðnum á leikarahotellinum um middagsleitið.
Óskar Bjarni Óskarsson iðrar seg um, at hepni ikki rættiliga hevur verið við íslendska liðnum, sum enn onki stig hevur fingið í miðumfarinum. T
Hann greiðir frá, at íslendska liðið hevur mist nógv fólk síðan seinastu kapping, og liðið tí er í eini uppbyggingarfasu við fleiri ungum leikarum. Serliga í miðverjuni eru leikararnir ungir og rættiliga óroyndir við slíkar stórar kappingar.
Hann hevur hug til at gera føroyingar til favorittar til dystin í annaðkvøld, tí hann er ovfarin av hvussu føroysku leikararnir hava ment seg, og hvussu tær hava fingið góð úrslit í HM-kappingini.
Dysturin millum Føroyar og Ísland verður spældur í annaðkvøld kl. 19.30
Liðini kennast væl eftirhondini. Hava spælt tveir landsdystir fyri kortum.
Miðskeiðis í oktober eydnaðist tað føroyska liðnum at vinna á Íslandi fyri fyrstu ferð. Hetta var í EM-undankappingardysti í Reykjavík. Føroyar vunnu 24-22.
Liðini møttust aftur við Tjarnir beint áðren fráferð til Trier. Tann dystin vunnu íslendingar, úrslitið var 28-25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald