Hondbóltur

- Vit droyma stórt - sum allir føroyingar

Men vit skulu avrika á hægsta stigi móti Sveis fyri at fáa fyrsta EM-sigurin í morgin, staðfestir Peter Bredsdorff-Larsen. Áhugin fyri Føroyum er stórur í Noreg: - Hetta verður vónandi ein stór veitsla, sigur venjarin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-01-15 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er gleðiligt at uppliva stóru menningina seinastu árini, har fleiri og fleiri spælarar vilja hondbóltin, bjóða seg fram og fara á hægri stig at spæla. Nú vóru vit við til EM 2024. Tað var fantastisk uppliving, sum situr sterkt í okkum øllum enn. Men vit eru komnir víðari frá hesum og eru betri sum lið og einstaklingar nú.

Soleiðis tók Peter Bredsdorff-Larsen til, tá hann hevði eina innleiðing í sambandi við føroyska tíðindafundin í dag - har føroyskir, norskir og danskir miðlar tosaðu við venjara og spælarar. Áhugin frá NRK, TV2 og øðrum er stórur, og føoyski venjarin skilur tað væl: 

- Tað er jú ein sonn innrás (folkevandring), sum er í gongd. Føroyingar duga ógvuliga væl at halda veitslu, tá okkurt er, og soleiðis verður eisini hesaferð.  Tað hevur nakað við ein felagskap at gera og at savnast um nakað. Hetta er vakurt, og tí verða Føroyar aftur "darlings" hjá teimum flestu undir hesum endaspælinum.

- Vit droyma eisini stórt og fara eftir fyrsta EM-sigrinum móti Sveis

Føroyski venjarin staðfestir heldur skemtandi, at "teir flestu føroyingarnir halda, at vit heilt víst skulu til miðumfari í Malmö - og at tað bara er ein spurningr um, hvør annar kemur víðari´i bólkinum".

Soleiðis er veruleikin ikki; Peter Bredsdorff-Larsen veit, at nógv skal til fyri at koma langt í EM. Fyrst skal ein dystur vinnast, og avrikið skal vera í topp - men dreymarnir og trúgvin eru har avgjørt:

- Vit droyma stórt nú - eins og allir føroyingar - men vit skulu avrika á toppstigi. Vit fara fyrst og fremst eftir at vinna okkara fyrsta EM-dyst.

Tað skal gerast móti Sveis, sum teir í føroysku leguni hava stóra virðing: Liðið er sterkari enn tað at vera í niðasta styrkisbólki:

- At fáa Sveis frá niðasta styrkisbólki var ein "nitte" – liðið er sterkt við nógvum spælarum á høgum stigi, í stórari menning og við nógvum góðum úrslitum seinastu árini. Millum annað móti Kroatia og Týsklandi. Teir hava millum annað ein Champions League-vinnara í málinum (Nikola Portner) og fyrrverandi Bundesliga-toppskjútam (Manuel Zehnder) aftur. Samanlagt tíggju Bundesliga-spælarar, so vit hava stóra virðing fyri teimum.

Peter Bredsdorff-Larsen staðfesti tó eisini, at hann heldur, at føroyingar hava loysnirnar og møguleikarnar at skapa stóra úrslitið í morgin. Og venjarin vónar, at hava allar 18 spælarar tøkar - tað verður endaliga greitt í morginárini.

Sí eisini: Elias: - Um alt gongur væl í dag verið eg nokk við



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder