Fótbóltur

07 Vestur hevur longt við leikara

Teitur Olsen hevur longt sáttmálan við einum ári.

Mynd: JN.fo

Mynd: JN.fo

2018-12-25 13:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroysku fótbóltsfeløgini hava úr at gera við at brynja seg til komandi kappingarár, og 07 Vestur er einki undantak.

Felagið, sum komandi kappingarár skal spæla í næst bestu deildini, hevur nú longt sáttmálan hjá 20 ára gamla Teitur Olsen, skrivar JN.fo.

Teitur Olsen spældi 17 dystir fyri 07 Vestur í Betri deildini farna kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder