Hondbóltur

1000 føroyingar leggjast afturat fríggjamorgunin

Norrøna við hondbóltsglaðum føroyingum nærkast Oslo.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-15 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ellivu flogfør eru higartil farin úr Vágum til Oslo við glaðum føroyskum fjepparum og klokkan 8 í morgin árini leggjast tey 1000 ferðafólkini á Norrønu afturat.

Norrøna legði frá landið mikumorgunin og eftir umleið 40 tímar leggur Norrøna at bryggju Akershuskai Søndre, sum er nærhendis miðbýnum.

Meðan Norrøna liggur við bryggju í Oslo verður nógv á skránni umborð. Bæði upphiting og afterparty verður fyri ferðafólkini. Onnur sleppa ikki umborð.

Aldurspennið er rættiliga vítt umborð. Har eru nógv ung fólk, men so eru eisini nógv sum eru um 40 og 50 ára aldur og nøkur børn eru við eisini.

Í skrivandi stund er Norrøna í Skagerrak og siglir nakað út fyri Grimstad sunnanfyri Oslofjørðin.

Trý flogfør koma afturat í kvøld og fýra fríggjadagin tá Føroyar spæla fyrsta dystin klokkan 19:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder