Fótbóltur

1488 mál skotin um vikuskiftið

126 dystir vórðu avgreiddir.

2018-07-13 15:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna vikuskifti var Intersport Summar Cup 2018 á skránni á vøllinum í Gundadali, Argjum og Hoyvík. Ikki færri enn 296 dystir vóru avgreiddir og tilsamans vóru 1488 mál skotin av teimum 120 liðunum, ið luttóku í Føroya størsta fótbóltstiltakið.

- Tiltakið eydnaðist sum heild sera væl, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari. Hann leggur tó afturat, at avgreiðslan av dystunum hjá teimum yngstu er ein afturvendandi avbjóðing, tá nærum 150 dystir verða avgreiddir yvir stutta tíð. Ein loysn er tó vónandi funnin til komandi ár, sigur Andrass Thomsen at enda.

Hetta er fimta árið, at B36 skipar fyri summar fótbóltskapping fyri børn og ung og eingin ivi er longur um, at kappingin verður aftur á skránni komandi summar. Hon er vorðin ein fastur partur av føroyska summarinum og fótbóltsárinum hjá feløgunum kring landið.

Í ár var talið av luttakandi liðum aftur methøgt. Talið av liðum er voksið frá 50 liðum í 2014 og upp til heili 120 lið í 2018. Øll feløgini í Føroyum luttóku við einum ella fleiri liðum, samstundis sum 3 lið vóru komin úr Danmark og 2 lið úr Noreg.

- Vit hava fingið góðar afturmeldingar frá útlendsku gestunum, ið serliga hava verið ófarin av stóra gestablídninum, ið allir føroyingar hava víst teimum, sigur Andrass Thomsen. Hann leggur afturat, at útlendsku liðini hava boðað frá, at tað ikki er óhugsandi, at tey í framtíðini aftur vera ein partur av Intersport Summar Cup. Vit vóna tó, at føroysku liðini í størri mun fara gista komandi ár, sigur Andrass Thomsen.

Intersport Summar Cup 2019 verður á skránni 6. og 7. juli 2019.

- B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder