
Enn eitt spennandi kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi endaði um vikuskiftið við einum braki av eini FM-finalu, tá fjórða og seinasta Safari uttandurakappingin var í Havnardali.
Familjan á hamrinum á Argjum gjørdi eitt gott hál leygardagin. Óluva á Lofti gjørdist nummar eitt og føroyameistari í bæði V1 (fjórgongd) og T1 (tølt), umframt at vinna gull í T7 (tølt) og silvur í T2 (slakteymatølt).
Dóttirin, Bertha Maria, gjørdist nr eitt og føroyameistari í V1-UNG (fjórgongd) og vann bronsu í T1-UNG (tølt), meðan sonurin, Boas Kári, vann gull í V5-BØRN (fjórgongd) og silvur í T7-BØRN (tølt). Harumframt vunnu bæði Óluva og Bertha Maria røktarsteypið hjá ávikavist vaksnum og ungum.
Fleiri deild finalupláss
Sera lítil munur var á dómaratølunum í fleiri kappingum. Og í ikki færri enn trimum finalum, T1, T7 og V1-UNG endaðu pør við sama stigatali á fyrsta plássi – tá mugu dómararnir avgera, hvør endaliga skal vinna kappingina.
Nógv ung stjørnuskot
Tað er stuttligt at síggja, hvussu tey ungu støðugt mennast og taka seg fram í gongulagskappingum. Til dømis luttók bara 12 ára gamla Bjørg Nolsøe Mørk í kappingini F1, sum er fimmgongd og ein rættiliga krevjandi kapping, har rossið skal vísa fimm gonguløg. Bjørg er allarhelst yngsta reiðfólk, sum hevur luttikið í F1 her heima. Eisini hjá fleiri øðrum børnum og ungum sæst týðiliga, hvussu nógva tíð og orku tey leggja í venjing og at læra bestu tilgongdina fyri at gerast dugnalig gongulagsreiðfólk. Tað verður spennandi at fylgja við teimum í framtíðini.
Systrar vunnu samreiðsteypini
Í ár vann Ragnheiður Dam samreiðsteypið hjá teimum vaksnu, og systir hennara, Arnfríð Dam, vann steypið hjá teimum ungu.
Samreiðsteypið verður givið tí parinum, har best samband er millum ross og reiðfólk, so tað er altíð ein gleðiligur heiður at fáa.
Kappingarárið endað
Tær 10 finalurnar blivu avgreiddar í øllum góðum og í hampiligum veðri. Kappingin skuldi upprunaliga byrja kl. 11, men avgjørt varð at flyta kappingin fram til kl. 9, tí veðurvánirnar vóru heldur ivasamar. Og hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí bert hálvonnur finala fóru fram í oysandi regni.
Við hugnaløtu um kvøldið, har millum annað “Ársins reiðfólk” blivu heiðrað, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi.
Hjá teimum vaksnu var tað Óluva á Lofti sum fekk heiðurin, og hjá teimum ungu var tað Esther Dahl á Heygum.
Nú fara nógv ross út á beiti í nakrar vikur ella mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald