Fótbóltur

18 vilja vera aðalskrivari í FSF

Starvið verður væntandi sett fyrst í komandi ári.

2023-12-07 17:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

– Vit hava fingið 18 spennandi umsóknir. Tær verða nú viðgjørdar, og væntandi eru vit ikki komin alt ov langt inn í nýggja árið, áðrenn nýggjur aðalskrivari er settur, sigur FSF-forsetin, Christian Andreasen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Klokkan fýra seinnapartin hósdagin fór freistin, at søkja starvið sum aðalskrivari hjá FSF. Átjan umsóknir vóru tá innkomnar, og nú verður ein setanarbóltur settur, ið skal meta um innkomnu umsóknirnar.

Í næstum verða umsøkjararnir, sum verða mettir skikkaðir til starvið, kallaðir inn til samrøðu við setanarbólkin, ið saman við forsetanum ger endaligu innstillingina til starvsnevndina um setan av nýggjum aðalskrivara.

Aðalskrivarin í FSF er stjóri fyri aðalskrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og hevur sum meginuppgávu at skipa fyrisiting felagsins. Aðalskrivarin sameinir starvsnevnd og fyrisiting, og tryggjar, at avgerðir, tiknar av nevndini, verða framdar í verki.

Virgar Hvidbro hevur verið aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya síðan 2009, men boðaði fyrr í vetur frá, at hann gevst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder