Fótbóltur

196 dagar síðani seinast

Eftir vanlig steðgin og koronasteðg eru liðini nú til reiðar at fara í gongd. Tað verður í mai-kulda, uttan áskoðarar til staðar, men við stórum áhuga kring landið og uttanfyri landoddarnar.

(Frá FM-finaluni í fjør - KÍ og B36 hittast aftur í dag, men Semir Hadzibulic (nr. 22) er ikki longur á KÍ-liðnum, og liðformaðurin, Jákup B. Andreasen er sera ivasamur til dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

(Frá FM-finaluni í fjør - KÍ og B36 hittast aftur í dag, men Semir Hadzibulic (nr. 22) er ikki longur á KÍ-liðnum, og liðformaðurin, Jákup B. Andreasen er sera ivasamur til dystin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-09 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

26. oktober 2019 - tað er líka yvir eitt hálvt ár síðani - vórðu seinastu dystirnir í Betrideildini leiktir. Talan gjørdist um tað perfekta punktumi fyri KÍ, ið gjørdist meistari fyri fyrstu ferð í tjúgu ár við 3-0 sigri í Gundadali á B36 í avgerandi dystinum

Les eisini: B36 og KÍ tapa sjáldan í 1.umfari

Tann dagin vóru áleið 5.000 fólk, ið av álvara settu dám á "FM-finaluna". Í dag verða eingir áskoðarar við Djúpumýru, tá B36 og KÍ hittast aftur. Kring landið verður ógvuliga tómt á ítróttarøkinum - bert tey ið hava uppgávur í samband við dystin sleppa inn á økið, og FSF og feløgini hava staðiliga heitt á fjepparar um at verða heima.

Les eisini: Uppgávan hjá miðlunum størri

Møguleiki er at síggja allar fimm dystirnar hjá Televarpinum. Ekstra Bladet Plus og og svenska offside.org vísa, eins og Rás 1, dystin við Løkin millum NSÍ og TB, sum byrjar klokkan 15.00. Tá er fyrsta bríksl eisini í Gundadali, har HB tekur ímóti EB/Streymi. Tað er tann fyrsti av trimum dystum í dag, sum TV2 Sport Norge vísur. Stóra norska rásin hevur rættindi til fyrstu 12 umførini - fram til summarsteðgin - og vísur eisini dystin í Klaksvík og tann á Argjum, har Víkingur vitjar. Tað er tann seinasti í dag - hann byrjar klokkan 19.

Les eisini: Her eru allar okkara upptaktir

Klokkan 16 byrjar dysturin á Skála, har teir appelsinlittu taka ímóti ÍF, ið ikki fluttu niður í fjør, hóast bert seks stig á kontoini. Hetta er einasta innanhýsis "botn-fimm" uppgerð í umfarinum. Nógv er óvist viðvíkjandi kappingini, nú byrjanin varð útsett í tveir mánaðir vegna korona, og tað er møguligt, at summi av liðunum, ið væntandi fara at vera í niðaru hálvu, fara at arga tey ovaru í byrjanini. Tó er eitt av tí, sum væntandi kemur at standa fast, at kappingin verður tvíbýtt á ein hátt. 

Vit fáa nøkur fleiri svar í dag, tá bólturin aftur hevur verið á rull. Seks tímar við fótbólti eru á skránni, og hóast áskoðarar ikki sleppa inn, so hevr áhugin uttanfrá ongantíð verið størri. BBC News hevur havt eina samrøðu við Mikkjal Thomassen, fjepparalutir verðaseldir í hópatali til Noreg, tað ber til at seta sítt dreymalið við leikarum frá Betrideildini, har ein so fær stig eftir teirra avrikum, fjepparafeløg eru sett á stovn, o.s.fr.

1. umfar í Betrideildini

15.00: NSÍ - TB
          HB - EB/Streymur

16.00: Skála - ÍF

17.00: KÍ - B36 

19.00: AB - Víkingur 

Vit hava beinleiðis dagføring á forsíðu okkara, eru runt við myndatólinum, gera yvirlit ígjøgnum dagin og hava dystarfrásagnir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder