Í 2. umfari í European Cup spældi Neistin seg víðari við tveimum sigrum í Kosovo. Tá avtalaðu liðini at spæla báðar dystirnar har - í 3. umfari spælir Neistin báðar dystir sínar á Hálsi.
Les eisini: H71 og Neistin vunnu aftur og eru víðari
Hetta hevur felagið kunngjørt á síðu sínari:
- Báðir dystirnir verða spældir á heimavølli í Høllini á Hálsi í Havn fríggjadagin 13. november og leygardagin 14. november 2026.
- Talan er um eina spennandi avbjóðing hjá Neistanum, og vit gleða okkum til at bjóða sveisiska liðnum vælkomnum til Føroya, skrivar Neistin.
ZK Lug úr Sveis verður ein størri avbjóðing fyri Neistan enn KH Samadrexha. Men føroyska høvuðsstaðarfelagið fer at hava heimavallarfyrimun.
Portal Play sendir dystirnar
Sí eisini: H71 skal hitta kenda mótstøðu úr Ukraina - Neistin fekk sveisiska mótstøðu og VÍF slovakiska
H71 spælir sínar dystir á uttanveltaðum vølli í Póllandi. Tað er ikki almannakunngjørt enn, hvar VÍF spælir sínar dystir í 3. umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald