Hondbóltur

200 tódnar niður í 50

Stóri stuðulin frá áskoðarunum í Trier seinastu vikuna heldur ikki fram í Dortmund. Nógv eru farin heim og nøkur leggjast afturat.

Tey hava bergtikið í HM-kappingini higartil, føroysku fjeppararnir. Hesa vikuna verða tey ikki líka nógv í tali (Mynd: Sverri Egholm)

Tey hava bergtikið í HM-kappingini higartil, føroysku fjeppararnir. Hesa vikuna verða tey ikki líka nógv í tali (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir umleið 200 føroysku áskoðararnir sum hava sett sín dám á HM-bólkaspælið í Trier seinastu vikuna fækkast í stórum, nú liðið er farið víðari til Dortmund, har miðumfarið verður avgreitt næstu dagarnar.

Sambært Hondbóltssambandinum verða tað - sum nú er - umleið 50 føroyskir áskoðarar til teir tríggjar dystirnar, sum skulu spælast hesa vikuna.

Túrur var bara fyriskipaður til fyrstu vikuna, og fleiri skulu til arbeiðis aftur, so tey allarflestu ferðaðust heim mánadagin.

Fleiri foreldur at spælarum og nøkur onnur hava tikið víðari túrin til Dortmund, og so vita vit eisini um aðrar ferðabólkar, sum koma til býin har vesturi í Týsklandi næstu dagarnar.

Føroysku áskoðararnir hava eins og føroyska liðið gjørt vart við seg í altjóða miðlum, men nú skulu Føroyar altso klára seg uttan líka nógvar áskoðarar á staðnum.

Føroyar spæla fyrsta dystin í miðumfarinum móti Týsklandi í kvøld kl. 19:30.

Toymið hjá Portalinum og FM1 er komið til Dortmund og fer næstu vikuna at fylgja Føroyum tætt. Undan spennandi dystinum móti vertunum í kvøld kl. 19:30 verður sent beinleiðis á FM1. Hetta verður frá klokkan 18, har vit hava tað nýggjasta úr føroyska hópinum. Á Portalinum verður livebloggur frá klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder