Fótbóltur

24. umfar: Týðandi dystir í morgin og sunnudagin

Tveir dystir á skránni í annaðkvøld og nógv er uppá spæl hjá serliga AB og HB. Tríggir dystir byrja sunnudagin klokkan 15. FM kann verða avgjørt, og botnstríð er eisini á breddanum.

B36 og Víkingur eru einastu ósigraðu liðini eftir summarsteðgin. Tey spæla týdningarmiklan dyst sunnudagin í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og Víkingur eru einastu ósigraðu liðini eftir summarsteðgin. Tey spæla týdningarmiklan dyst sunnudagin í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-29 11:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Úrslitini í 24. umfari kunnu gerast beinleiðis avgerandi fyri nøkur ting, og annars peika okkum á eina meira klára mynd áðrenn umførini eftir landsliðssteðgin. 

AB hevur framvegis harðliga tørv á stigum - serliga eftir ósigurin í Fuglafirði sunnudagin. Niðurflytingarstrikan kann sum so røkkast í einum umfari, og í AB-leguni kenna teir helst, at tað er ein góður møguleiki í morgin. AB hevur vunnið á 07 Vestur fyrr í ár, og vágamenn hava sum so einki at spæla fyri í Betrideildini uttan at økja um egna stigamet. Tó verður tað helst ógvuliga trupult hjá botnliðnum at koma úr Sørvági við trimum stigum.

Hjá ÍF er talan um eina væl trupulari uppgávu í Klaksvík, serliga við øllum leikbannunum. TB hevur dyst, sum tey á Tvøroyri og í Trongisvági síggja nakað í, hóast aldursforsetin bert hevur fingið eitt stig eftir steðgin. TB hevur vunnið á Eiði fyrr í ár og skal í gongd aftur skjótt.

EB/Streymur kann hinvegin tryggja sær sæti í deildini við sigri. B68 er í líknandi støðu men hevur ikki eins góðar fyritreytir í júst hesum umfarinum. HB hevur vunnið allar heimadystirnar á liðunum undir topp-fýra í ár og skal aftur á vinnarakós. Málið hjá HB má nú vera at tryggja 3. plássið, ið gevur evropeiskt pláss.

Við níggju sigrum á rað hevur Víkingur sett seg í góða støðu í hesum stríðnum og vann fyri kortum í Gundadali. HB hevur tó, umframt ein "eyka møguleika" í steypakappingini, eina nakað betri dystarskrá á pappírinum, og Víkingur tekur sunnudagin ímóti liðnum á 2. plássi. B36 er eisini ósigrað í seinnu hálvu. Eitt stórt fet móti at tryggja silvurplássið kann takast í Sarpugerði. 

B36 hevur vunnið báðar dystirnar móti Víkingi í ár. Um ástøðiligi FM-møguleikin skal haldast, so skal B36 ikki fáa verri úrslit enn KÍ sunnudagin, tá triðja føroyameistaraheitið á rað í Klaksvík kann verða staðfest. 

24. umfar

Í morgin, leygardagin 30. september
07 Vestur - AB (klokkan 17)
HB - B68 (klokkan 18)

Sunnudagin 1. oktober
KÍ - ÍF (klokkan 15)
TB - EB/Streymur (klokkan 15)
Víkingur - B36 (klokkan 15)

Støðan eftir 23. umfar:

1. KÍ 62 stig (23 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 48 stig (23 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (23 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder