Í gjár og í dag hava 260 børn - gentur og dreingir í aldrunum U10-U16 - vant í tímavís í hallunum í Havn, Argjum og Hoyvík.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/06/615x455/hondboltskuli-2.jpg)
(Jóhan á Plógv Hansen saman við liðfeløgunum til venjing í Hoyvíkshøllini - Mynd: HSF)
Tað hevur verið undir leiðslu av leikarum úr danska stórfelagnum Bjerringbro-Silkeborg, har Jóhan á Plógv Hansen er ein leikarunum, og føroyskum landliðsleikarum. BSV hevur eisini evropeiskar meistarar og tveir heimsmeistarar, umframt Jóhan, í sínum hópi. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/08/06/615x455/hondoltsskuli.jpg)
(Mynd: HSF)
Í annaðkvøld klokkan 20.00 spæla Bjerringbro-Silkeborg og Føroyar í Høllini á Hálsi.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald