Fótbóltur

A-landsliðið leggur fyri móti Liktenstein í kvøld

Tann fyrsti av teimum tíggju dystunum hjá manslandsliðnum í 2024 verður í kvøld klokkan 17. Talan er um venjingardyst ímóti einum av liðunum, sum Føroyar ongantíð hava tapt ímóti.

Jóan Símun Edmundsson í søguliga stóra 5-1 sigrinum á Liktinstein í 2021. Føroyar hava spælt sjey ferðir móti Liktinstein og vunnið sjey ferðir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Símun Edmundsson í søguliga stóra 5-1 sigrinum á Liktinstein í 2021. Føroyar hava spælt sjey ferðir móti Liktinstein og vunnið sjey ferðir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-22 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey ferðir hava londini spælt ímóti hvørjum øðrum í A-landsliðsfótbólti. Allir dystirnir hava verið venjingardystir í hesari øldini. Hvørja ferð hava føroyingar vunnið.

Hetta eru serstøk hagtøl í føroyskum landsliðsfótbólti. Andorra, Gibraltar, Lettland og San Marino eru hini londini, sum føroyska manslandsliðið hevur spælt ímóti uttan at tapa.

Á sumri 2021 vunnu Føroyar metstóran sigur (5-1), tá liðini hittust á Tórsvølli. Eins og fyri nærum júst tveimum árum síðani, spæla Føroyar og Liktinstein í kvøld á stórum ítróttarøk í Spania - har hava liðini í fleiri førum verið á venjingarlegu samstundis og spælt ímóti hvørjum øðrum.

[object Object]
Til venjing undir "sponsku sólini" fyrr í vikuni. Fyrsta landsliðsvikan í ár er í gongd (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]Undir 5-1 sigrinum á Tórsvølli í juni 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí eisini: Arnbjørn: - Hetta er ein dreingjadreymur

Í mars 2022 skoraði Patrik Johannesen einsamalla málið í einum lítið minniligum venjingardysti millum londini. Tvørmaðurin er ein av teimum mongu, sum oftast er við, ið er skaddur nú. Fleiri aðrir eru ikki tøkir av  persónligum orsøkum, og helst fáa nakrir, sum vit sjálvdan síggja í landsliðsbúnanum, seg royndar í kvøld - hópurin sæst niðast (Loyvt er at gera seks útskiftingar undir dystinum í kvøld)

Håkan Ericson og toymi vilja gjarna betra um álopskenda spælið, og til hetta burdi tað verið fín venjing móti liði, sum er styrkismett so lágt, og sum man plagar at vinna á. Tað harmar tí svian, at serliga Jóannes Bjartalíð ikki er tøkur hesaferð - tað segði hann við Kringvarpið í samband við úttøkuna. Klaksvíkingurin í Fredrikstad er umráðandi partur av álopsspælinum hjá Føroyum. 

Kringvarpið vísir dystin í kvøld.

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
17.00: Føroyar - Liktinstein

Hópurin til venjingarleguna og venjingardystirnar móti Liktinstein og Danmark:

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar: 
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Magnus Egilsson, B36
Bartal Wardum, HB
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Hørður Askham, AB (Danmark)
Jann Benjaminsen, B36

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Vikingur Reykjavík (Ísland)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Arnbjørn Svensson, Víkingur - heilt nýggir í A-landsliðshøpi
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrass Johansen, B36
Hannes Agnarsson, B36

Áleyparar:
Pætur Petersen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)

Loyvt er at gera seks útskiftingar undir dystinum í kvøld

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder