Fótbóltur

Aberdeen-NSÍ kann síggjast ókeypis hjá Televarpinum

Dysturin í Skotlandi verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 hósdagin. Hann verður á Rás 2.

NSÍ vann 5-1 á Barry Town seinasta hóskvøld á Svangaskarði og spældi seg harvið víðari í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vann 5-1 á Barry Town seinasta hóskvøld á Svangaskarði og spældi seg harvið víðari í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-25 23:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Herfyri stóðu valisar fyri skotum. Nú standa skotar fyri skotum. 

Soleiðis byrjar Televarpið sína avdúking av, at Aberdeen FC vs. NSÍ verður vístur beinleiðis og ókeypis á netrásini R2 hjá Televarpinum hóskvøldið kl. 19:45.

- Um tú ikki hevur Stórapakka+, fært tú atgongd til rásina á tv.fo; á leinkini allar ovast, har ið dystirnir í Betri deildini verða keyptir.

Harvið verða báðir Europa League-dystirnir hjá føroysku liðunum hóskvøldið vístir ókeypis. B36 - Levadia Tallinn verður á Rás 1.

Young Boys-KÍ verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder