Fótbóltur

Adrian og Mattias á vikuliðnum

Heilt gott umfar hjá føroyingunum í næstbestu donsku deildini.

Mattias Lamhauge við bjarging fryi B36 - í gjár hevði hann onkrar stórar bjargingar í 3-1 sigri hjá Fredericia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge við bjarging fryi B36 - í gjár hevði hann onkrar stórar bjargingar í 3-1 sigri hjá Fredericia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-03 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. páskadag skoraði Adrian Rúnason Justinussen tvey mál og legði upp til eitt í 4-0 sigri hjá Hillerød Fodbold á B93. Hann hevur nú sjey mál í fimm dystum í næstbestu donsku deildini. Hillerød er ovast í niðara endaspælinum

Sí eisini: Adrian er glóðheitur

Málini hjá Adriani mánadagin síggjast frá 04.00 HER

Mattias Lamhauge og Fredericia spæla í ovaru hálvu av endaspælinum, og í gjár eydnaðist at fáa uppreisn eftir stóra steypatapið fyri Silkeborg. Sønderjyske legði seg á odda í Fredericia, men heimaliðið skoraði síðani trý mál og er nú á 3. plássi.

Føroyski landsliðsmálverjin hevði nakrar bjargingar og umráðandi atgerðir - millum annað var ein risastór bjarging frá Mattiasi.

Avrikini hava fingið føroyingarnir á vikuliðið, ið sæst niðanfyri.

[object Object]
Mattias er málverjin og Adrian vinstri vongur (Mynd: TV3 Sport)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder