Fótbóltur

Adrian og Pætur fegnast um fyrstu landsliðsmálini

25-ára gomlu álopskendu spælararnir eru samdur um, at Føroyar høvdu fult tamarhald á dystinum móti Liktinstein í gjár.

-  Alt í alt spæla vit væl, skapa nógvar møguleikar og skora nógv mál, so tað er super(..) Tað er ein fantastisk kensla at fáa mítt fyrsta landsliðsmál, sigur Adrian Justinussen við FSF (Mynd: fsf.fo)

- Alt í alt spæla vit væl, skapa nógvar møguleikar og skora nógv mál, so tað er super(..) Tað er ein fantastisk kensla at fáa mítt fyrsta landsliðsmál, sigur Adrian Justinussen við FSF (Mynd: fsf.fo)

2024-03-23 18:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum vann í gjár 4-0 á Liktinstein í ársins fyrsta dysti. 

Venjingardystur
Marbella, fríggjadgin 22. mars
Føroyar - Liktinstein 4-0 (2-0)
3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 1-0
45 (+1)' 3' Pætur Petersen (Jóan Símun Edmundsson) 2-0
49' Adrian Rúnason Justinussen (Brandur Hendriksson Olsen) 3-0
90 (+2)' Arnbjørn Svensson (Andrias Edmundsson) 4-0

Les eisini: 
Føroyar vóru sannførandi í ársins fyrsta dysti
Adrian, Arnbjørn og Pætur fyri fyrstu ferð

Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson - Hanus Sørensen (46' Jann Benjaminsen), Bartal Wardum (75' Arnbjørn Svensson), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (59' Daniel Johansen) - Adrian Rúnason Justinussen, Gunnar Vatnhamar, René Shaki Joensen (59' Mads Boe Mikkelsen), Brandur Hendriksson Olsen - Pætur Petersen (75' Hannes Agnarsson) , Jóan Símun Edmundsson (46' Hannes Agnarsson)

Sum sæst vóru spildurnýggir málskjúttar í A-landsliðshøpi. Miðlamaðurin hjá FSF, Hans Erik Danielsen, fekk orðið á tveir teirra á vøllinum í Marbella í gjárkvøldið. Teir søgdu millum annað hetta: 

Adrian Justinussen: - Vit sótu fullkomiliga á dystinum. Alt í alt spæla vit væl, skapa nógvar møguleikar og skora nógv mál, so tað er super. Tað er ein fantastisk kensla at fáa mítt fyrsta landsliðsmál (...) um eg fái ein frísparsmøguleika aftur móti Danmark, so knalli eg bóltin upp í trýkantin.

[object Object]
Tað kann gerast vandamikið, tá Adrian ger seg til reiðar við frísparki. Vongurin hevði eisini tvær rímiliga góðar royndir úr stórari fjarstøðu í gjár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Pætur Petersen: - Vit eru nógv betri í kvøld og kundi kanska fingið fleiri mál. Fyri meg var tað stuttligt at fáa míni fyrstu landsliðsmál.

Um 2-0 málið: 

- Jóan Símun og eg høvdu gott samstarv á Akureyri, og hann fekk prikað bóltin til mín eftir gott álop, og so fái eg gjørt arbeiði liðugt.

[object Object]
Pætur Petersen fegnast saman við Jóan Símuni Edmundsson, sum legði upp til bæði málini honum. Teir spældu saman í Íslandi í seinnu hálvu í fjør (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

[object Object]
(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Til ber at hoyra samrøðurnar i fullari longd á Facebook-síðuni hjá FSF.

Føroyski hópurin hevur havt venjing í Marbella í dag, og í kvøld gongur leiðin til Danmarkar. Har skal liðið spæla venjingardyst týskvøldið klokkan 19.15 á Brøndby Stadion

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder