Fótbóltur

Áki og HB vunnu aftur 3-2

Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen skoraðu í teirra afturvendan til NSÍ, men tað var ikki nóg mikið í Gundadali, har ungu HB'arnir aftur gjørdu bart.

Mett verður at tað kann gerast tætt millum HB og NSÍ á stigatalvuni í ár - higartil er HB sterkari (Mynd: Sverri Egholm)

Mett verður at tað kann gerast tætt millum HB og NSÍ á stigatalvuni í ár - higartil er HB sterkari (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-10 20:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur nú spælt tveir almennar dystir undir Adolfo Sormani, og liðið í reyðum og svørtum hevur longu prógvað - ella mótprógvað - ymiskt. Í stórsteypadystinum síðsta vikuskifti vann HB á KÍ, og í dag syfti liðið hjá Sormani NSÍ, sum nógv hava stórar væntanir til.

[object Object]

Í samstarvi við dystir.fo - sí fleiri smálutir her

Áki Samuelsen legði tó líka í tað. 19-ára gamli vongurin hevur nógv meira á sær nú, tá Adrian Justinussen er í Danmark, Mikkel Dahl er skaddur o.s.fr. Í 15. minutti tók Áki sær av frísparksinnleggi, Eivind Mouritsen royndi at stúta móti málinum, men legði av óavart av aftur til Áka, ið stutt inni í brotsteignum "møtti" bóltinum perfekt við høgra beininum. Bólturin fór heilt upp í longra málhorn: 1-0.

Fimm minuttir fyri hálvleik vunnu Eivind og Heðin Hansen bóltin miðskeiðis á NSÍ-hálvuni, og fingu hann yvir til Áka Samuelsen, sum hevði pláss í vinstru. Nummar 10 hjá HB rak inn í brotsteigin og legði bóltin framvið Kristiani Joensen til 2-0.

[object Object]
NSÍ misti bóltin á miðvøllinum, og so revsaði Áki Samuelsen við kassa eitt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Nógvir ungir HB'arar á liðnum og teir kundu fegnast aftur eftir 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

HB var sum heild omaná og hevði onkran annan stóran møguleika fyri steðgin. NSÍ beit tó eisini frá sær. Afturvendi Petur Knudsen var ikki so langt frá at javna, tá tað var 1-0, og eftir hálvan tíma rakti nýggi svenski miðvallarin Konrad Gustavsson stongina eftir gott álop.

Tað var uppá deyðbóltar, at NSÍ samanlagt hótti HB mest, og í 52. minutti fann Petur høvdið á Klæminti Andrasson Olsen við hornasparki úr høgru. 33-ára gamli rituvíkingurin legði afturat sínum mettalið og veruligur spenningur í aftur.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen aftur í Betrideildini - sum liðskipari og málskjútti fyri barndómsfelagið NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Petur Knudsen - við verju á høvdinum - og Leivur Guttesen (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gingu tó bert átta minuttir, so var 3-1. HB fekk nógv pláss í høgru. Hanus Sørensen, sum nú er á miðvøllinum, setti ferð á og legði útfrá til Eivind Restorff Mouritsen. 20-ára gamli miðvallarin skeyt fyrstu ferð, og umvegis eitt NSÍ bein fór bólturin í netið. Eitt sindur heppið, men effektivt. Eivind fær nú veruliga ábyrgd á besta liðnum hjá barndómsfelagnum, og var hann við í øllum málinum í dag. 

Adolfo Sormani og toymi høvdu valt júst teir somu ellivu, sum óvæntað vunnu á KÍ fyri átta døgum síðani. Talan var um sjey uppruna HB'arar, harav seks eru 22 ár ella yngri, og Samuel Johansen Chukwudi kom eisini inn. Allir arbeiddu gróthart, og teir vunnu aftur 3-2.

Dysturin gjørdist ógvuliga rótutur seinastu tjúgu minuttirnar, við millum annað fimm gulum kortum. Teir nýggju danirnir hjá HB spældu eina løtu, og NSÍ hótti framhaldandi við deyðbóltum. Við síðsta skotinum í dystinum umsetti Petur Knudsen brotsspark til mál. Brotssparkið var ivasamt og skuldi - av røttum - takast ummaftur, tá Teitur Matras Gestsson hevði verið av strikuni, tá hann bjargaði fyrra skotinum.

Mál frá Peturi og Klæminti, sum eru aftur í gulum: Teir skulu tó leita eftir fyrstu stigunum á heimavølli móti Skála leygarkvøldið (16/3) Friggjakvøldið spælir HB stórdyst í Sarpugerði. Higartil hevur liðið hjá Sormani víst skerpni og sterkan arbeiðsvilja - HB hevur trý stig og eitt steyp fyri avrikini í mars.

Hinir dystirnir í 1. umfari
Í dag, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
B68 - B36 0-3 (0-2)
Skála ÍF - EB/Streymur 3-0 (2-0)

Í gjár, leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder