Hondbóltur

Aleksandar Lacok ikki við til EM-endaspælið

Hann hevur fingið snudd í annað knæið, og verður ikki við. Tórður Skorheim Guttesen er boðsendur.

Aleksandar Lacok (Mynd: Sverri Egholm)

Aleksandar Lacok (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-20 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórður Skorheim Guttesen úr Kyndli hevur fingið landsliðsboð.

Aleksandar Lacok hevur fingið ein skaða at dragast við og verður ikki við í A-landsliðshópinum sum skal til EM-endaspælið í januar.

Hann var óheppin í seinasta dystinum fyri felag sítt TSV St. Otmar Handball St. Gallen og hevur fingið ein snudd í annað knæið, sum hann er skurðviðgjørdur fyri.

Landsliðsvenjararnir hava kallað Tórð Skorheim Guttesen úr Kyndli inn í hansara stað.

[object Object]Tórður Skorheim Guttesen (Mynd: Sverri Egholm)

18 spælarar eru úttiknir til endaspælið og 16 vera við hvønn dyst.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HC København (DEN)
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Soleiðis verður spælt í Oslo
Fríggjadagin 16. jan kl. 19.30 Føroyar – Sveis
Sunnudagain 18. jan kl. 17.00 Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. jan kl. 19.30 Slovenia – Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder