Fótbóltur

Allir fimm dystirnir leiktir í morgin

Útsetti dysturin millum EB/Streym og Víking verður bríkslaður í gongd klokkan 19 í annaðkvøld.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-18 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nú greitt, at stevnudysturin á sundalagstevnu millum EB/Streym og Víking, sum skuldi bríkslast í gongd klokkan 19 í kvøld, er fluttur eitt samdøgur, og verður ístaðin í annaðkvøld klokkan 19.

Alt ov nógvur vindur var við Margáir til at fáa nakran dyst avgreiddan í kvøld, og tí var avgjørt at útseta. Kappróðurin á sundalagsstevnu er eisini útsettur til í morgin.

Sostatt verða allir fimm dystirnir í 13. umfari av Betri dieldini hjá monnum leiktir í morgin. Skála-B68, B36-KÍ og 07 Vestur-AB spæla klokkan 15, NSÍ-HB spæla klokkan 17 og útsetti dysturin verður altso klokkan 19.

13. umfar í Betri deildini menn
Skála-B68 (Sunnudagin 19. juni kl. 15:00)
B36-KÍ (Sunnudagin 19. juni kl. 15:00)
07 Vestur-AB (Sunnudagin 19. juni kl. 15:00)
NSÍ-HB (Sunnudagin 19. juni kl. 17:00)
EB/Streymur-Víkingur (Sunnudagin 19. juni kl. 19:00)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder