Riga, Lettland (Portalurin): Nú nærkast til dystarbyrjan í lettiska høvuðsstaðnum, og fyri løtu síðani varð føroyska liðið kunngjørt.
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Johansen Chukwudi - Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Hanus Sørensen Meinhard Egilsson Olsen, - Jóan Símun Edmundsson.
Hetta eru júst somu ellivu, sum byrjaðu inni í 1-1 javnleikinum móti Norðurmakedónia leygardagin. Eitt avrik og eitt úrslit, sum teir í føroysku leguni eru heilt nøgdir við.
Jóannes Kalsø Danielsen fyllir 27 ár í dag. Hin bakkurin, liðformaðurin Viljormur Davidsen, spælir sín skrásetta landsdyst nummar 80.
Á beinkinum sita Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Pætur Petersen, Adrian Justinussen, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen.
Hetta merkir, at Patrik Johannesen ikki er á dómaraseðlanum. Tvøramaðurin í Breiðablik kom inn til seinastu løtuna á Tórsvølli leygardagin.
Til ber at fylgja okkara beinleiðis bloggi HER.
Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar, týsdagin 10.09
17.00: Lettland - Føroyar
Støðan:
1. Armenia 3 stig
2. Norðurmakedónia 1 stig
3. Føroyar 1 stig
4. Lettland 0 stig
Portalurin er á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum. Kringvarpið vísir dystin
Sí eisini: Skulu upp á minst tvey stig í 2. umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald